TVAZZ ferðast runt Grønland og Danmartk við leikinum, »Monsters«, eftir svian Niklas Rådström.
Leikurin byggir á eina sanna hending frá Liverpool í Bretlandi um James Bulger sakina frá 1993.
Talan er um eina umstrídda samrøðu um, hvat óndskapur er. Hvat hendir við samfelagnum, tá óberandi hendingar av óndskapi fara fram?
Ljós verður varpað á, hvussu vit taka tann veruleika, at børn kunnu verða ónd og enntá myrða, og hvussu vit sum eitt samfelag stilla okkum í slíkum støðum.
TVAZZ framførir í leikhúsinum, FÅR302 17. juni klokkan 20, og 19. og 20. juni klokkan 17.00.