Útvarpskvinna skal basa harðskapi

- Børnini skulu læra longu í barnagarðinum, at tað ikki er í lagi at sláa, sigur Elin Winther Poulsen. Í mai mánaða byrjar hon sum samskipari fyri eini heildarætlan um harðskap

Vit kenna hana best frá tíðinda- og kjaksendingum í útvarpinum, men nú hevur 44 ára gamla Elin Winther Poulsen valt at ganga nýggjar leiðir. Týsdagin 1. mai byrjar hon í nýggjum starvi, har hon skal seta átjan ítøkilig átøk í verk fyri at basa harðskapi í parløgum og nærsambondum.


Ynskir avbjóðingar

- Eg gleði meg at kunna arbeiða fyri einum øki, ið gevur meining og veruliga treingir til at gerast meira sjónligt. Tað sigur Elin Winther Poulsen, sum gleðir seg at byrja í nýggja starvinum um góðan mánað. Seinastu tíggju árini hevur hon starvast á tíðindadeildini í Kringvarpinum, og hóast henni dámar væl arbeiðið sum journalistur, er tíðin komin at royna nakað nýtt.

- Eg eri komin til eitt stað í lívinum, har eg treingi til nýggjar avbjóðingar. Skal tað vera, so skal tað vera nú, so tá eg sá henda møguleikan, kundi eg ikki bara lata hann fara framvið, sigur Elin Winther Poulsen, sum heldur seg hava nakrar førleikar, sum eru umráðandi, nú hon skal arbeiða sum samskipari.

- At duga at samkifta og lurta haldi eg vera av alstórum týdningi í hesum arbeiðinum. Eg veit væl, at eg tosi nógv, men eg dugi altso eisini at lurta, sigur Elin við einum smíli.


Arbeiddi í Kvinnuhúsinum

At harðskapur í parløgum og nærsambondum er ein trupulleiki í Føroyum, er nýggi samskiparin als ikki í iva í.

- Nú hava vit ikki hagtøl fyri hetta økið í Føroyum, men hví skuldi trupulleikin verið minni enn í londunum rundan um okkum, spyr Elin Winther Poulsen og leggur afturat, at hon ætlar sær at brúka tølini í øðrum londum fyri at fáa eina hóming av, hvussu umfatandi harðskapur í parløgum og nærsambondum er.

Hóast Elin Winther Poulsen sigur seg ikki vita nógv meir enn almeningurin um hetta økið, so hevur hon sæð, hvørja ávirkan harðskapur í parlagi hevur. Fyrst í 90unum plagdi hon nevnliga at sita vakt í Kvinnuhúsinum, og har sá hon ymsar syrgiligar lagnur, har harðskapur mangan var atvoldin.

- Ta tíðina, eg hevði vakt í Kvinnuhúsinum, upplivdi eg, at kvinnur ringdu og kærdu sína neyð, og onkrar rýmdu heimanifrá á miðjari nátt. Ofta var harðskapur partur av trupulleikanum, greiðir Elin Winther Poulsen frá.

- Eg eri av tí áskoðan, at øll hava rætt til eitt lív uttan harðskap, og tað er tað, ið eg sum samskipari skal gera fólk tilvitað um. Sum seks ára gamla dóttir mín herfyri segði “mamma skal fortelja øllum fólkunum, at tað ikki er ókey at sláa”.



Børn og ung skulu kunnast

Elin Winther Poulsen, sum er uppvaksin og búsitandi í Hoyvík, er greið yvir, at hon skal arbeiða við einum eymum evni, sum øll hava eina meining um.

- Tað er týdningarmikið fyri meg, at harðskapur í parlagi ikki skal vera tabu. Vit skulu tora at tosa um tað, sjálvt um tað kann verða torført í einum lítlum samfelag, har øll kenna øll, sigur Elin Winther Poulsen. Ein partur av heildarætlanini snýr seg um at menna fyribyrgjandi umhvørvi, og her heldur Elin Winther Poulsen, at vit eiga at byrja við barnagarðsbørnunum.

- Børnini skulu læra longu í barnagørðunum, at tað ikki er í lagið at sláa. Hetta kunnu tey læra gjøgnum sjónleik, sang, bøkur ella okkurt heilt annað, sigur Elin Winther Poulsen, sum eisini heldur tað vera umráðandi at geva teimum ungu kunning um evnið.

- Tað er hesin kulheits-faktorurin, sum er rættiliga týdningarmikil, tá mann skal røkka teimum ungu. Tí ímyndi eg mær, at tey ungu verða upplýst um harðskap í parløgum og nærsambondum, har mann til dømis brúkar onkrar persónar, sum tey ungu hava sum fyrimynd.



Fyrimunur at vera journalistur

At Elin hevur drúgvar royndir innan fjølmiðlaheimin, heldur hon fer at verða ein stórur fyrimunur í nýggja starvinum sum samskipari.

- Eg eri von við at arbeiða skjótt og at hava nógvar bóltar í luftini í senn, og tað er nakað, sum uttan ivað kemur mær til góðar, nú eg skal til at seta fleiri ymisk átøk í verk, sigur Elin Winther Poulsen, sum gleðir seg til at fáa meira vitan um evnið.

- Sum journalistur skalt tú vita eitt sindur um alt og kanst sjáldan fordjúpa teg í ávísum evnum. Tí gleði eg meg til at skula seta meg inn í eitt heilt nýtt øki og samstundis fáa møguleika at ringja runt og lesa nógv fyri at kunna meg væl og virðiliga um evnið, sigur Elin Winther Poulsen, sum ætlar at brúka fyrstu tíðina upp á at tosa við fakbólkarnar.

- Fyrst og fremst ætli eg mær at tosa við allar fakbólkar, tað verið seg sálarfrøðingar, løgregla, lærarar, námsfrøðingar og onnur, tí tað eru jú tey, sum sita inni við eini rúgvu av vitan um hetta evnið.

Sum journalistur hevur hon eitt stórt netverk, og tað metir hon verður henni til fyrimuns í nýggja starvinum.

- Eg eri von við at tosa við so at siga øll fólk, og harafturat eri eg ikki bangin fyri at spyrja meg til ráðs, sigur Elin Winther Poulsen. Hóast hon gleðir seg til avbjóðingarnar sum standa fyri framman, so dylir hon ikki, at hon fer at sakna at arbeiða sum journalistur og tað umhvørvið, hon hevur ferðast í nærum hvønn dag seinastu tíggju árini.

- Tað er eitt heilt serligt umhvørvi á tíðindadeildini í útvarpinum, og eg havi verið har í so nógv ár, so sjálvandi er tað ikki heilt lætt at fara. Eg fari avgjørt at sakna starvsfelagarnar. Men sum eg havi sagt við tey, so velji eg ikki tað arbeiðið frá, men velji tað nýggja til, sigur Elin Winther Poulsen.