Útvarpskalendarin 1998

   

Aftur í ár hevur Útvarp Føroya givið út ein jólakalendara. Myndin á Útvarpskalendaranum 1998 er eitt hugnaligt føroyskt bygdarumhvørvi.

Hendingarnar í søguni fara fram í Grønuvík. Har búgva systkini Magnus, lisa, Jórun og Kristian, sum skulu avdúka ein loynidóm. Hvussu leikur fer, fara vit at hoyra um í kalendarasendingunum í útvarpinum hvønn morgun kl. 7.35 frá 1. desember. Sendingin verður eisini at hoyra seinni um dagin.

Við kalendaranum fylgir hefti við søguni til hvønn dag, sum foreldur kunnu lesa fyri børnunum. Á baksíðuni er ein lepi, sum børnini kunnu brúka, um tey vilja luttaka í jólakappingini hjá barnaútvarpinum.

Sølan av Útvarpskalendaranum 98 byrjar um vikuskiftið, tá børn fara at ganga hús úr húsi at selja kalendaran. Hann verður seinni eisini at fáa í sølubúðunum.

Kalendarin og hefti við søguni kosta tilsamans 40 krónur.