Útvarpskalendarin

Aftur í ár hevur Útvarp Føroya givið út jólakalendara.

Tórbjørn Olsen, listamálari, hevur teknað kalendaran eftir søgu, sum Steinbjørn B. Jacobsen, rithøvundur, hevur skrivað. Við kalendaranum fylgir hefti við eini søgu til hvønn dag, sum foreldur kunnu lesa aftur fyri børnunum. Søgurnar verða at hoyra í barnaløtuni í útvarpinum hvønn morgun klokkan 7:15 og aftur klokkan 18.

Skótar ganga hús úr húsi at selja kalendaran. Kalendarin og heftið við søguni kosta 40 krónur. Seinni í mánaðinum verður kalendarin eisini at fáa í sølubúðunum.

? Hóast vit fara at lata Útvarpskalendaran upp í barnaløtuni um morgunin, so kunnu vit siga børnunum - og kanska teimum vaksnu eisini - at Gísmundur tó eisini verður at hoyra týsdag og fríggjadag í barnaløtunum deisini í desember, siga tey úr Útvarpinum.