Eftir drúgva umrøðu hevur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, loksins tikið støðu til umbønina frá Útvarpi Føroya um loyvi til at hækka útvarpsgjaldið 200 krónur.
Og greitt er, at Jógvan á Lakjuni gongur ímóti avgerðini hjá undanmanni sínum í Mentamálaráðnum.
Meðan Høgni Hoydal í september í fjør gekk umsøknini frá ÚF á møti, hevur Jógvan á Lakjuni klípt helvtina av hækkingini burtur, so gjaldið einans má hækka 100 krónur.
- Sum búskaparligu vánirnar eru í samfelagnum í løtuni fái eg meg illa til at leggja størri byrðar á fólk við at hækka útvarpsgjaldið. Men tað hevur ligið í kortunum, at útvarpið skuldi fáa fleiri pengar, og tí valdi eg so at hækka gjaldið 100 krónur, sigur Jógvan á Lakjuni.
Løgtingsval varð útskrivað, áðrenn avgerðin um at hækka útvarpsgjaldið 200 krónur varð lýst í kunngerð, og tískil fall málið burtur.
Fyri Útvarp Føroya, ið hevur havt eina munnliga játtan frá landsstýrismanninum at halda seg til, kom avgerðin hjá Jógvan á Lakjuni sera illa við.
- Tað merkir, at vit skulu spara 1,4 millónir krónur í ár, staðfestir Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri.
Skert flog
Sparingin merkir, at yvirtíð verður spard burtur, at færri sendingar verða keyptar frá freelancarum, og at stovnurin ikki tekur ímóti nøkrum journalistpraktikanti í ár.
- Men vit sleppa undan uppsøgnum, sigur Jógvan Jespersen.
Útvarpsstjórin hevur ikki stórvegis hug at gera viðmerkingar til, í hvønn mun sparingin fer at ávirka dygdina á tilfarinum, ið Útvarpið hevur at borðreiða við. Men hann staðfestir, at minni orka verður at taka av.
- Tá vit ikki fáa møguleika at fíggja lønarvøksturin, ið sáttmálarnir áseta, so minkar stovnurin.
- Tí kann ein spyrja, hvat politikararnir vilja við útvarpinum, sigur Jógvan Jespersen. Útvarpsstjórin eftirlýsir, at politikarar fyrihalda seg til veruleikan, at lønarútreiðslurnar hækka við sáttmálunum á arbeiðsmarknaðinum.
Jógvan á Lakjuni sigur seg skilja sjónarmiðini, men samtíðis heldur hann fast við sítt.
- Politiski veruleikin er, at almennir stovnar fáa ikki kompensatión fyri øktar lønarútreiðslur. Og tá øll onnur í samfelagnum mugu spara, so má útvarpið eisini.
Spurdur, hvat hann sum landsstýrismaður í mentamálum vil við útvarpinum, vísir Jógvan á Lakjuni aftur á búskaparliga veruleikan.
- Sjálvandi ynskja vit ein góðan public service stovn. Og eg rokni við at allir føroyingar halda, at útvarpið hevur sín rætt.
- Men samtíðis havi eg ringa samvitsku av yvirhøvur at hækka útvarpsgjaldið, sum tíðirnar eru, sigur Jógvan á Lakjuni, ið valdi gylta millumvegin millum ynski útvarpsins og einki.
Útvarpsgjaldið kemur í hvørt hús fyrst í apríl mánað, og freistin at gjalda er 1. maj.










