Útvarpið roknar skeivt…

Útvarpið lýsir við eykavinningum í sambandi við, at V4 í november fyllir 50 ár. Men V4 fyllir kortini bara 40. Fyrsti V4-dráttur var 29. november 1969

Útvarpið hjá Kringvarpinum lýsir nú um dagarnar við eykavinningum í V4 í sambandi við, at V4 fyllir fimmti ár í november. Eykavinningarnir eru fimm ferðir 10.000 krónur.


Søgan um V4 er kortini tann, at fyrsti V4 drátturin var hin 29. november í 1969. Soleiðis fyllir V4 »bara« 40 ár 29. november.


Í vikuni fyri leygardagin 29. november í 1969 samtykti løgtingið endaligt at geva Útvarpi Føroya loyvi til serskilda happadráttin, og girokortið við V4 seðlinum – sum kostaði fimm krónur - varð sent í hvørt hús í Føroyum.


Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, viðgongur, at tey hava gjørt ein roknifeil – og at hann verður rættaður.


Fjøruti ára dagurin hjá V4 er fyrsta sunnudag í advent.