Útvarpið og ferðslutrygd

»Koyribreytin« einsamøll kann sjálvsagt ikki einsamøll nøkta tann tørv, sum er á upplýsing um ferðslu, sigur Jón Kragesteen, leiðari á ráðnum fyri ferðslutrygd

Ein av føstu sendingunum í útvarpinum er koyribreytin, sum Óla Jákup Rólantsson og Laila Jacobsen leggja til rættis.

Hesar løtur eru tað ivaleyst mong, sum heima, á arbeiðsplássinum ella í bili lurta eftir, tá útvarpsvertirnir greiða spurningar frá lesarunum við hjálp frá serkunnleika uttan ífrá, og ikki minst tá Sofus í Horni kemur við sínum góðu ráðum.

Einki er at ivast í, at hetta hevur stóra ávirkan á hugburðin hjá fólki í ferðsluni, men fyri at kunna fáa betri ínnlit í týdningin, sum sendingin hevur, hava vit sett okkum í samband við Jón Kragesteen, leiðara á ráðnum fyri ferðslutrygd.

Jón byrjar við at siga, at útvarpið ígjøgnum fleiri ár hevði sendingina, ferð og ferðsla, har ávíkavist Niels Juel Arge og Sonni Smith gjørdu sítt til, at fólk vórðu kunnaði um ferðsluna sum heild.

Tíverri datt henda sending niðurfyri fyrst í nítiárunum, men fyri tveimum árum síðani byrjaði útvarpið so aftur at senda ein ferðsluteig, sum nú hevði skift navn til »Koyribreytin«.


Alstóran týdning

Jón greiðir frá, at eftir hansara tykki hevur »Koyribreytin« alstóran týdning fyri tað upplýsingararbeiðið, sum Ráðið fyri ferðslutrygd ger. Stutt sagt kann týdningurin av hesari sending ikki yvirmetast, við tað at so nógv fólk fáa svar upp á teirra spurningar við at lurta eftir sendingini. Spurningar, sum tey kanska hava hugsað um í longri tíð og møguliga eisini illneitast um, verða avgreiddir av fólki við serkunnleika til málið, uttan at sendingin av teirri orsøk gerst tung og keðilig at lurta eftir.

At sendingin eisini er væl umtókt millum lurtararnar hjá Útvarpinum man vera lítið at ivast í. Jón veit at siga, at higartil eru uml. 4.000 brøv komin inn til sendingina, og hóast tað sjálvsagt ikki er gjørligt at svara øllum, lættir tað nógv um hjá teimum myndugleikum, sum annars fáast við ferðsluuplýsing.

Esini heldur Jón, at Óla Jákup hóskar sera væl til sendingarnar, við tað at hann hevur somikið stóran áhuga í fólki og ferðslu, umframt at hann eisini megnar undirhaldspartin sera væl, og at sendingin við hesum gerst løtt at lurta eftir, samstundis sum hon er upplýsandi.

Jón endar prátið við at siga, at »Koyribreytin« einsamøll sjálvsagt ikki einsamøll kann nøkta tann tørv, sum er á upplýsing um ferðslu, men at hon hevur ein ómetaligan stóran týdning fyri tað arbeiðið, sum Ráðið fyri ferðslutrygd ger, eins og hann fegnast um, at Útvarpið leggur so stóra orku í hesa sending.