Útvarpið kappast móti skrivligu miðlunum

Útvarp Føroya arbeiðir í løtuni við at gera eina nýggja heimasíðu. Ein partur av hesi síðuni verður, at skrivlig tíðindi verða løgd á netið. Hetta fer at økja um kappingina um føroyskan tíðindaflutning á netinum

 

Útvarp Føroya fer nú eisini at bjóða brúkarum sínum skrivlig tíðindi. Hesi fara at liggja á heimasíðuni hjá útvarpinum, har øll kunnu lesa tey uttan at gjalda.

Jógvan Jespersen, stjóri í útvarpinum, sigur, at hetta er ein náttúrlig menning í tíðindaflutninginum hjá stovninum.

? Brúkarin kann í dag lurta eftir tíðindum á netinum, og tað at leggja skrivað tíðindini á netið er so ein nýggj tænasta, sum vit fara at bjóða, sigur Jógvan Jespersen.

Tíðindafólk í útvarpinum skriva øll tíðindini til sendingarnar, og tí er tað lætt at leggja tey áhugaverdastu tíðindini á netið umframt. Hetta fer tískil ikki at økja stórvegis um arbeiðsbyrðuna hjá tíðindafólkunum.


Kapping

Í dag eru fleiri føroyskar heimasíður, sum leggja seg eftir at hava tíðindi, og tær fáa nú kapping frá útvarpinum.

? Tað er ikki meira enn náttúrligt hjá okkum at fara inn á hetta økið, og harvið veita vit okkara brúkarum í Føroyum og uttanlands eina betri tænastu, sigur stjórin, sum enn ikki veit, um talan verður um at leggja øll tíðindini út á netið ella bara tey mest áhugaverdu.

? Vit røkka ikki okkara brúkarum ígjøgnum hátalaran einans, men eisini um internetið. Longri frammi í tíðini verður internetið eisini ein partur av okkara sendineti. Avmarkingarnar liggja í nýtslukostnaðinum, og hvussu væl internetið virkar, sigur Jógvan um framtíðarútlitini hjá útvarpinum á internetinum. So hvørt sum internetið verður brúkaravingarligari, økist talið av teimum, sum nýta internetið sum sendinet.

Nýggja heimasíðan verður væntandi klár um ein mánaða, og hon hevur eitt heilt nýtt snið og útsjónd. Arbeitt hevur verið við heimasíðuni í nakrar mánaðir, og nú verður hon skjótt klár at leggja fyri almenninginum.