Sambandsfólk eru eftir øllum at døma vorðnir ónøgdir við viðgerðina, sum teir ymsu politisku flokkarnir fáa í Útvarpi Føroya.
Teirra meting er, at Javnaðarflokkurin fær sersømdir fram um hinar flokkarnar.
Fyri trimum vikum síðani sendu Trygvi Guttesen, næstformaður og Helgi Abrahamsen, skrivari í Sambandsflokkinum opið bræv til Jógvan Jespersen við hesum spurningi, men enn er einki svar komið.
Nú gera teir báðir aftur vart við sína ónøgd, og hesaferð er tað sendingin »Føroyar í dag«, sum varð send í mai mánaði, sum er orsøkin.
Danski serfrøðingurin Frederik Harhoff, hevði nakrar viðmerkingar til samstarvið millum Føroyar og Danmark, og í tí sambandi fingu Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin ein minutt at framleggja síni sjónarmið.
Umframt tað fekk formaður Javnaðarflokksins eisini høvi til at svara danska serfrøðinginum umframt at hann fekk høvi at greiða nærri frá sínum sjónarmiðum.
Tað er hetta seinna, sum Sambandsflokkurin nú finst at, og teir spyrja hvussu tað kann bera til, at bert Javnaðarflokkurin fekk tað seinna høvi og á tann hátt fær sersømdir í einum almennum loftmiðli.
Vit fara at hoyra meiri frá hesum málinum seinni.