Fótbóltur
Síðani føroyska Útvarpið sá dagsins ljós í 1957, hava frásagnir frá fótbólti og ikki minst fótbóltslandsdystum verið fastur partur av innihaldinum.
Fyrstu mongu árini vóru landsdystirnir ikki so regluligir, men síðani fyrstu fetini vórðu tikin á altjóða pallinum, hevur útvarpsmanningin verið fastur partur av ferðalagnum, tá vitjað hevur verið á leikvøllum kring alt Europa.
Men eftir øllum at døma verður Kringvarpið ikki við, tá føroyska A-landsliðið tann 15. oktober spælir seinasta undankappingardystin í ár. Ein dystur, sum samstundis markerar endan av skeiðnum hjá Jógvan Martini Olsen sum føroyskum landsliðsvenjara.
Tá vit í morgun tosaðu við Anniku Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóra, segði hon, at endaliga avgerðin ikki var tikin, men at avgerðin verður tikin í dag.
- Men vit koma at senda dystin í sjónvarpinum, og har kunnu vit so hava prát við fólk bæði undan og eftir dystin, eins og vit koma at kommentera dystin úr sjónvarpsstudionum. Men vit umhugsa so, um tað eisini er neyðugt at útvarpa dystin.
- Hetta er eitt kringvarp, og senda vit hendan dystin í Sjónvarpinum, so kann Útvarpið senda aðrar dystir, sum vit ikki hava møguleika at taka niður umvegis fylgisvein. Tí spurningurin er eisini, um vit alla tíðina skulu senda dystir í báðum støðunum á einum stovni, sum alla tíðina skal velja, hvat vit skulu fara eftir.
Men Útvarpið er við tíðini vorðið mest sum synonymt við fótbóltslandsliðið. Skilir tú tey, sum kanska reagera eitt sindur kraftiga, um hetta verður avgerðin?
- Eg skilji tað væl. Men hinvegin skilji eg eisini hugburðin hjá teimum, sum halda tað vera løgið, at tú eisini skalt hoyra ein dyst í Útvarpinum, sum tú sært í Sjónvarpinum.
So tað er av fíggjarligum ávum, at tað møguliga verður skorið niður í hesum?
- Tað er so tað, sum vit sita og viðgera nú. Spurningurin er, um vit á einum stovni skulu brúka fleiri miðlar til at dekka tað sama, sigur Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri.










