Útvarp úr Miðlahúsinum

Sosialurin og Rás2 hava undirskrivað keypsavtalu um, at Sosialurin 1. oktober yvirtekur útvarpsstøðina, ið sama dag flytir oman í Miðlahúsið í Vágsbotni

Fjølmiðlar

 

Tað er eitt dóttirfelag hjá Sosialinum, P/F Miðlavarpið, sum hevur keypt útvarpsstøðina Rás2. Støðin hevur verið til sølu í eina tíð, og samráðingar hava verið við ymsar partar. Men tað var altso P/f Miðlavarpið hjá Sosialinum, ið dró longsta stráðið.

Miðlavarpið keypir alt virksemið og útgerð burtur úr felagnum Rás 2, sum framyvir fer at reka og eiga sendinetið, ið Miðlavarpið fer at leiga frá Rás 2.

- Vit eru sera spent at taka upp samstarv við fólkini aftan fyri Rás 2, tí nú fara tey bara at leggja seg eftir at hava eitt so gott sendinet, sum gjørligt, sigur Jonhard Hammer, ið er stjóri í P/f Miðlavarpinum.

Miðlavarpið tekur yvir útvarpsstøðina 1. oktober. Tað er Jonhard Hammer, sum er stjóri í P/F Miðlavarpinum

- Vit eru sera spentir. Tað er gott at hava fleiri bein at standa á. Gongdin uttanlands vísir eisini, at miðlahús breiða seg á ymsar miðlar, tí tá røkkur tú út til fleiri fólk. Hetta gevur okkum og okkara lýsrarum ótrúliga góðar møguleikar, sum kunnu koma í Miðlahúsið og á einum stað avgreiða lýsingar til fleiri miðlar, sigur Jonhard Hammer.

Tað er Sosialurin, sum eigur allan partapeningin í P/f Miðlavarpinum. Men tað er hugsandi, at aðrir partaeigarar koma við í felagið, og hesum arbeiða vit við í løtuni, sigur Jonhard Hammer.

Júst hvussu innihaldið verður í útvarpsrásini, er enn ikki greitt. Jonhard Hammer sigur, at alt hetta er so nýtt, og at arbeitt í løtuni verður við at snikka eina rammu saman til eina nýggja sendiflatu, sum ein skjótt arbeiðandi bólkur er settur at gera uppskot til.

 

Senda av loftinum

Studio verður bygd á loftinum í Miðlahúsinum, haðani ein partur skal sendast. Miðlavarpið eigur eisini Studio Pegasus í Klaksvík, har hin parturin av skránni skal sendast frá.

Tað verður Sosialurin, sum fer at standa fyri tíðindasendingunum hjá støðini, og tær verða bæði sendar úr Havn og úr Klaksvík.

Jan Müller er ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, ið við keypinum av Rás2, er vorðið eitt uppaftur fjølbroyttari miðlahús. Eisini hann fegnast um keypið av útvarpsstøðini.

- Vit fáa skotið i skógvarnar, at vit her í Vágsbotni vilja leggja alt inn undir okkum, men hetta er als ikki okkara endamál. Endamálið er at yvirliva sum Miðlahús, tí um vit ikki fáa okkum fleiri bein at standa á, so kemur hetta fyrr ella seinni at ganga út yvir inntøkugrundarlagið. Tí er útvarp eisini ein týðandi partur at tryggja okkum inntøkur framyvir, sigur ábyrgdarblaðstjórin.

Hann vísir á, at hetta ikki er nakað, ið kemur av sær sjálvum.

- Tí fara vit at leggja okkum eftir at gera eitt so professionelt arbeiði sum gjørligt, so vit bæði fara at halda upp á teir lurtarar, sum rásin hevur í dag og fáa enn fleiri at skrúva inn á FM102 og 106. Hetta smittar av upp á lýsararnar, ið eru sjálvt grundarlagið undir støðini, sigur Jan Müller.

Sosialurin hevur fyrr gjørt tíðindi fyri Rás2, og eitt lítið studio er á 1. hædd í Miðlahúsinum. Tá virksemið hjá Sosialinum í apríl 2005 flutti av Argjum í Vágsbotn, varð longu avgjørt, at loftið í Miðlahúsinum skuldi setast av til loftmiðlar. Saman við Studio Pegasus verður miðlahúsloftið framyvir tann fysiski karmurin um Rás 2.