Útvarp í 50 ár

Fyri 25 árum síðan var ein áhugaverd samrøða í Sosialinum við Niels Juel Arge útvarpsstjóra í sambandi við 25 ára føðingardagin hjá stovninum. Hetta var stutt eftir, at nýggja útvarpshúsið var tikið í brúk



Í dag 6. februar eru 50 ár liðin síðan Útvarp Føroya sendi alment fyri fyrstu ferð. Fyrsti útvarpsstjórin Axel Tórgarð beyð vælkomin, síðan las Hjørdis Thomsen veðurtíðindi. Eisini segði landsstýrismaðurin Edvard Mitens nøkur orð.
 
Fyri 25 árum síðan, leygardagin 6. februar 1982, var ein samrøða við Niels Juel Arge útvarpsstjóra í Sosialinum í sambandi við at stovnurin fylti 25 ár og var fluttur í nýggju útvarpshúsini í Sortudýki.
 
Í sambandi við dagin vóru meira enn 200 fólk boðin til eina samkomu. Eisini vóru beinleiðis framførðslur úr útvarpshøllini hetta kvøldið við Big Band og Dansifelagnum í Havn.
 
Upp á fyrispurning um at ætlanin var at seta meira fólk í starv í nýggja útvarpshúsinum, sigur Niels Juel Arge, at ætlanin var at seta fýra fólk afturat, men tá politiskur meiriluti ikki var fyri at hækka útvarpsgjaldið úr 215 til 260 krónur, varð hetta av ongum. Eingin peningur var tøkur at løna fólki eftir.   
 
Tá Niels Juel varð spurdur, um hann helt at tað var ein fyrimunur at hava sjónvarp og útvarp undir sonu lon, svaraði hann: ”Tað haldi eg so avgjørt. Tað verður gjørt aðrastaðni. Fyrimunurin er bæði viðvíkjandi tí tekniska , tí redaktionella og í tilrættaleggingini. Tað verður eisini bíligari fyri allar partar.