Tvær ymiskar skúlaskipanir í Kunoy

- Tað, sum ræður um, er, at foreldur, næmingar og lærarar eru nøgd, sigur borgarstjórin í Kunoyar kommunu.

Barnaskúlar eru bæði í Kunoy og Haraldsundi, og høvi er hjá næmingum at ganga í 1. og upp í 7. flokk í báðum bygdunum. Kunoyar kommuna hevur gott samstarv um framhaldsskúla við Klaksvíkar kommunu og samanlagda skúlan á Skúlatrøð.

 

- Skúlabørnini í barnaskúlanum í Kunoy ganga tríggjar dagar um vikuna í skúla í Kunoy og tveir dagar í Klaksvík. Byrjað varð við einum degi í Klaksvík, men hetta varð hildið at vera ov lítið.

 

Borgarstjórin í Kunoyar kommunu, Meiken Sólheyg Michaelsen, sigur, at skipanin hjá skúlabørnunum í skúlanum í Kunoy tí varð broytt til tríggjar dagar í Kunoy og tveir dagar í Klaksvík, og hon heldur, at bæði børn og foreldur eru fegin um hesa skipan.

 

Meiken sigur, at børnini í Kunoy dáma væl í bygdaskúlanum, og teimum dámar eisini væl í skúlanum í Klaksvík.

 

- Í Haraldsundi hava tey valt ikki at brúka hesa skipan, men at børnini burtur av ganga í barnaskúla í bygdini. Tað er eisini í fínasta lagi, at tey velja henda leistin.

 

Borgarstjórin vísir á, at tað líka sum hevur ligið hjá foreldrum og lærarum at avgera, hvussu tey vilja skipa hesi viðurskifti.

 

- Tað, sum í fyrsta lagi ræður um, er, at foreldur, næmingar og lærarar eru nøgd við ta skipan sum er, og tað eru tey í Kunoy og Haraldsundi eisini.

 

Hon leggur aftrat, at í Kunoy eru fá arbeiðspláss, og tá flestu arbeiða í Klaksvík og aðrastaðni, er nærliggjandi at taka børnini við, sum antin fara á stovn ella í skúla í Klaksvík.

 

- Men, kommunan hevur eisini skúlabuss teir dagar, tá skúlabørn í Kunoy eru í skúla í Klaksvík.

 

Umframt at hava eitt gott samstarv við Klaksvíkar kommunu um framhaldsskúla, barnaskúla, frítíðarskúla og á barnagarðsøkinum, er Kunoyar kommuna eisini partur av eldrasamstarvinum í Norðoyggjum.

 

- Vit eru fegin um hetta samstarv, sum vit halda riggar óføra væl, sigur borgarstjórin í Kunoyar kommunu, Meiken Sólheyg Michaelsen.