Tvær vildu ikki møta

Av teimum sjey kommununum í Suðuroynni møttu fimm upp á økisfundinum hjá Javna

Mánakvøldið helt Javni almennar økisfundir kring alt landið, har ið ætlanin var at viðgera bústaðarmøguleikarnar hjá teimum menningartarnaðu saman við bý- og bygdaráðslimum kring landið.

Men á økisfundinum í Suðuroynni vóru tað bara fimm av teimum sjey kommununum í oynni, sum sendu umboð.

Tær báðar kommunurnar, sum góvu avboð vóru Fámjin og Porkeri

Sólmaj í Lágabø, sum er í økisnevndini hjá Javna í Suðuroy harmast um støðuna hjá hesum báðum kommununum, nú so týðandi mál fyri teirra menningartarnað var til viðgerar.

Hon sigur, at úr Porkeri fingu tey at vita, at skotbráið uppá eina viku at fyrireika seg til fundin var alt ov lítið og at bygdaráðið tí ikki vildu koma

Úr Fámjin kom ongin grundgeving uttan at, at bygdaráðsformaðurin boðaði frá, at hon kom ikki og at hon hevði spurt hinar bygdaráðslimirnar, men ongin vildi fara.

Sum nevnt niðanfyri, høvdu umboðini fyri tær ymsu kommunurnar fingið ávísar spurningar at svara.

Umboðið fyri bygdaráðið í Porkeri skuldi svara spurningi 2 og ætlanin var at umboðið fyri Fámjins kommunu skuldi svara spurningi 4.


Ein vónbrot

Sjálv uppmøtingin á fundinum var eisini eitt vonbrot fyri javna.

Tú umframt tey, sum beinleiðis varaðu av málinum, kundu vanligu áhoyrararnir teljast á aðrari hondini.