15 undirskriftir vórðu í gjár savnaðar í Løgtinginum til uppskotið um at hækka barnaískoyti til familjur í fíggjarliga trongum korum.
Tað er í sambandi við, at átakið »Meðan vit bíða« hevur koyrt seinastu vikurnar og ljós av álvara hevur verið varpað á fátækaváða og fátækadømi í føroyska samfelagnum, at tað er vorðið eitt aktuelt løgtingsuppskot.
Átakið hevur varpað ljós á 1.326 føroyingar, sum livað í fátækaváða, og nærum 400 børn sum livað undir serstakliga fíggjarliga trongum korum.
Við tølum úr Hagstovuni og egnum útrokningum, hevur felagsskapurin »Í mennisjum góður tokki« víst á, at 1.500 mánaðarligar krónur í barnaískoyti, kundu bøtt munandi um støðuna hjá støku uppihaldarunum.
At hjálpa hesum 400 børnunum hevði kostað landskassanum beint um 10 milliónir krónur.
Men, skal fíggingin fáast til vega her og nú, krevst ein vilji frá politiska myndugleikanum í Løgtinginum.
Freistin at leggja uppskot fyri tingið er farin, og tískil skulu 17 undirskriftir frá løgtingslimum til, áðrenn eitt uppskot kann leggjast fyri tingi.
Miðflokkurin og allir andstøðuflokkarnir hava higartil sett sínar 15 undriskriftir á, sum merkir at tað framvegis resta tvær undirskriftir í, at fáa uppskoti til viðgerðar.
Sum skilst, hava flokksformenninir í bæði Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum fingið fyribilsuppskoti, og hava havt møguleikan at kunna sínar flokksfelagar.
Tað hevur tó ikki eydnast okkum at fáa fatur í hvørki ting- ella flokksformonnunum hjá Sambandsflokkinum ella Fólkaflokkinum til eina viðmerking.