Tvær transkvinnur skriva søgu á týska valinum

Tessa Ganserer og Nyke Slawik úr Teimum Grønu í Týsklandi verða fyrstu transkvinnur nakrantíð í týska samveldisdegnum.

 Tessa Ganserer er onnur transkvinnan, sum hevur skrivað søgu við at verða vald í týska Samveldisdagin (Arkivfoto). - Foto: Daniel Karmann/Ritzau Scanpix

Tveir týskir politikarar úr umhvørvisflokkinum Teimum Grønu hava skrivað søgu við at verða fyrstu transkvinnur nakrantíð, sum eru valdar í Samveldisdagin.

Tað er greitt eftir valið í Týsklandi í gjár.

Talan er um 44 ára gomlu Tessa Ganserer og 27 ára gomlu Nyke Slawik.

– Tað er ein søguligur sigur fyri Tey Grønu, men eisini fyri rørsluna fyri frígering av transpersónum og fyri alt queer-umhvør ið, sigur Ganserer.

Queer-umhvørvið fevnir um kynsminnilutar og seksuellar minnilutar.

Ganserer og Slawik hava vunnið tingsessirnar í ávikavist Bayern og Nordreihn-Westfalen.

Ganserer, sum hevur tveir synir, ynskir millum annað at gera lógarbroytingar, sum gera tað møguligt hjá samkyndum mammum at ættleiða børn. Hon vil eisini gera tað lættari at fá góðkent kynsskifti í almennum skjølum.

27 ára gamla Slawik hevur á Instagram fegnast um úrslitið av valinum í gjár.

– Ørt! Eg trúgvi tí ikki reiðiliga enn, men eftir søguliga úrslitið eri eg heilt víst ein partur av Samveldisdegnum, skrivar hon.

Slawik ætlar sær millum annað at seta í verk eina ætlan fyri at berja niður homofobi og transfobi. Hon vil eisini bøta um lóggávuna ímóti mismuni.

At vera samkyndur var eitt brotsverk í Týsklandi fram til 1969. Í 2017 var tað loyvt tveimum persónum av sama kyni at giftast.

Hatursbrotsverk móti fólki úr LGBT-umhvørvinum vaks í fjør við 36 prosentum í Týsklandi. Tað vísa uppgerðir frá løgregluni.

/ritzau/Reuters

 

 

 

 Tessa Ganserer er onnur transkvinnan, sum hevur skrivað søgu við at verða vald í týska Samveldisdagin (Arkivfoto). - Foto: Daniel Karmann/Ritzau Scanpix