Áhugin er bara vaksin og vaksin og vit eta sushi bæði til gerandis, veitslur, fundir, útferðir og á lítlu, men sera væl umtóktu matstovuni við Áarvegin. Fyri at geva enn fleiri føroyingum møguleika at njóta sushi, letur etika upp tvær nýggjar matstovur.
Etika á Høgabóli letur upp 2. august. Nýggja matstovan og take away í Eysturoynni fer at húsast í Saltangará í hugnaliga bygninginum, sum tey lokalu nevna "Íshúsið" ella "hjá Barberinum".
Etika við Sundsvegin letur upp 3. august. Nýggja matstovan í Havn fer at húsast í spildurnýggja útbygninginum hjá Á-handlinum við Sundsvegin. Har eru sera góð parkeringsviðurskifti bæði til gestir og heintan av take away.