Tvær kvinnur í Nólsoyarfirði

Norska gasstangaskipið Arctic Lady og russiska skipið Atlantic Lady liggja í Nólsoyarfirði.

Síðsta hálva árið hevur stóra gasstangaskipið Meridian Spirit verið fastur gestur í Nólsoyarfirði, har tað hevur ligið millum túrar.


Tað er nú nakrar vikur síðani, at Meridian Spirit seinast var í Føroyum, men fyrr í vikuni kom eitt annað stórt gasstangaskip á Nólsoyarfjørð.


Hesaferð er talan um gasstangaskipið Arctic Lady, ið hevur heimstað í Norra. Skipið liggur í Nólsoyarfirði, meðan tað bíðar eftir túri.


Skipið er bygt í 2006, er 288 metrar langt og 50 metrar breitt.


Arctic Lady er ikki einasta kvinnan, ið liggur og bíðar í Nólsoyarfirði í dag. Russiska skipið Atlantic Lady er nevniliga eisini í Nólsoyarfirði í dag.


Atlantic Lady er móðurskip hjá russiskum trolarum, ið fiska undir Føroyum. Skipið er 140 metrar langt, 20 metrar breitt og er bygt í 1986.