Tvær konsertir eftir sólarmyrkingina

Stanley hevur konsert í Perluni klokkan 20, meðan Byrta trínur á pall í Reinsarínum klokkan 22.

Sólarmyrkingin skal haldast við manér í Havnini og fleiri konsertir verða um kvøldið.

Nýggju tónleikahølini hjá Tórshavnar kommunu verða bæði nýtt, tá Stanley Samuelsen og Byrta skulu spæla fyri fjepparum og vitjandi fríggjakvøldið 20. mars.

F​ólkakæri sangarin og gittarleikarin Stanley Samuelsen verður at hoyra í Perluni, meðan Byrta, við bólki, fer at spæla í Reinsarínum.

Stanley Samuelsen fer at syngja og spæla egin løg, sum føroyingar veruliga hava tikið til sín seinastu árini. Úr rúgvuni kunnu verða nevndir “Um eg kundi kvøðið” og “Tá ið eg verði gamal”. Konsertin í Perluni byrjar kl.20.00. 

BYRTA fer at framføra við fullum bólki og nógv verður gjørt burturúr hesum serliga tiltaki, har Byrta fer at framføra bæði nýtt og eldri tilfar. Konsertin í Reinsarínum byrjar klokkan 22.

 

Og so er lagamanni at sjagga sær niðan á Vaglið til miðnáttarsangin  - á miðnátt, sjálvandi.