Tvær hallir til fótbólt byggjast í Føroyum

Onnur skal vera í Havn, ella kanska í Sandoy ella í Vágum, og tann seinna skal vera í Eysturoy ella í Klaksvík

Nú skulu tvær fótbóltshallir byggjast í Føroyum.

Tað heldur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi.

 

Hann hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja eina lóg um at byggja tvær fótbóltshallir í landinum.

 

Tí vil hann nú hava løgtingið at samtykkja, at landsstýrið skal smíða eina slíka lóg, og leggja fyri løgtingið, og tað skal gerast í samráð við Fótbóltssambandið og Kommunufelagið.

 

Páll á Reynatúgvu vísir á, at føroyskur fótbóltur hevur tikið risa lop síðani altjóða limaskapin og fyrstu undankappingina í 1990.

 

Um hettar mundið vaknaðu kommunurnar av álvara og sóu møguleikan í at fáa bøtt um umstøðurnar hjá ungdóminum at spæla fótbólt, og fóru at gera graslíkisvallir.

 

- Nógvu graslíkisvallirnir kring landið hava bøtt fortreytirnar fyri fótbóltsspælinum munandi og harvið menningina av føroysku leikarunum.

 

- Tað skerst tó ikki burtur, at skulu vit menna fótbóltsspælið uppaftur meir, er neyðugt at leingja kappingarárið, har skipaður fótbóltur verður spældur regluliga í Føroyum.

 

- Í so máta er veðrið ein stór avbjóðing, men í grannalondum okkara, Íslandi, Noregi og Finnlandi, har vetrarveðrið eisini krevur sítt, hava tey gjørt sær fyrstu royndirnar við fótbóltshallum.

 

Og tey lata serstakliga væl og fótbóltshallirnar verða nýttar bæði til venjing og til skipaðan dyst, sigur tingmaðurin.

 

Úrslitið er greitt við tað, at fótbóltsárið á norðurhálvuni, sum annars er rættiliga bundið av veðri og vindi, gerst longri og betri.

 

- Fleiri tímar við fótbóltinum bøta um bóltførleikan, og lættari er at varðveita og leggja afturat venjingarstøðuni, sigur tingmaðurin fyri Tjóðveldi.

 

Hann vísir á, at nevndin í Fótbóltssambandi Føroya, gjørdi fyri nøkrum árum síðani eitt gott kanningararbeiði um fótbóltshallir.

 

- Hóast nøkur ár eru runnin, er tað tilfarið væl nýtiligt sum grundarlag fyri fyrireikan og støðutakan til bygging av fótbóltshallum í Føroyum.

 

Tað eru eisini aðrir stigtakarar, eitt nú Jens Martin Knudsen, og fleiri, sum hava roynt at seta bygging av fótbóltshøll á breddan.

 

Páll á Reynatúgvu heldur, at tað verður ein politisk avbjóðing semjast um, hvar hesar báðar hallirnar skulu byggjast.

 

- Eftir okkara tykki er rætt at taka støðu til staðsetingina, longu tá farið verður undir at byggja tað fyrstu fótbóltshøllina.

 

Hann vísir á, at Havnin er ikki høvuðsstaður av ongum og miðstøðan í landinum ger sítt til, at fyrsta høllin skal gerast í Havnini.

 

- Flestu Føroyingar búgva í Havnini, og talar tað eisini fyri, at høllin fer at verða væl brúkt.

 

- Er trupult er at útvega lendið til høllina, eru Sandoyggin og Vágar eitt alternativ, heldur tingmaðurin fyri Tjóðveldi.

 

Hann heldur, at tann seinna høllin eigur at verða í Klaksvík ella í Eysturoy. Har er býr nógv fólk, umframt at her eru nógv fótbóltsfeløg.

 

Páll á Reynatúgvu metir, at ein høll av hesum slagi kostar einar 60 til 100 milliónir krónur og tí er neyðugt at finna samhaldsfastar loysnir millum øll avvarðandi, sum vilja fót­bóltinum væl.

 

- Alt veldst um, hvussu krøvini eru til hallirnar, men veður og vindur seta síni greiðu krøv. Tað ber til at gera einfaldar venjingarhallir, har pláss ikki er fyri nakað serligt av askoðarum, men tað ber somuleiðis til at gera hallir, har fitt av áskoðarum eisini kunnu vera, sigur hann.