Ungi filmslistamaðurin Sakaris Stórá frumsýnir filmin Vetrarmorgun á bókasavninum á Sandi í kvøld, tvær ferðir heldur enn eina, tí fult er til fyrstu sýningina.
Vetrarmorgun er ein stuttfilmur um føroyskan ungdóm, og um kærleika, vinalag og samleika. Filmurin er ein tvey-ari til filmin Summarnátt, sum varð frumsýndur í fjør.
Filmurin er í høvuðsheitum tikin upp á Sandoynni, har Sakaris eisini býr. Tað fall honum tí náttúrligt at frumsýna filmin har. Og sandoyingar sýnast at vera sera spentir at síggja Vetrarmorgun - øll atgongumerkini til fyrstu sýningina eru løgd av, og tí verður ein sýning afturat klokkan 22.00.
Mikael Blak hevur gjørt tónleikin til Vetrarmorgun, men eisini eitt lag hjá Hanusi G. Johansen verður brúkt. Tí fer Hanus at framføra nøkur løg á frumsýningini klokkan átta í kvøld. Á báðum sýningunum – klokkan 20 og klokkan 22 – verður Summarnátt sýndur sum forfilmur.