Tað eru fýra dystir í EFFO deildini á skránni seinnapartin. Talan er um 24. og harvið fjórði seinasta umfarið í hesum kappingarárinum.
Fyrsta bríkslið í tveimum dystum verður klokkan 15. Tað er í Gundadali, har toppliðið HB fær vitjan av 07Vestur, sum er á tíggjunda plássi, og tað er í Runavík, har NSÍ fær vitjan av B36.
Í Sarpugerði í Gøtu og við Stórá í Trongisvági verður fyrsta bríkslið klokkan 17. TB og AB hittast í Trongisvági, og í Sarpugerði verður grannauppgerð millum Víking og ÍF.
Tað verður sagt frá góðum fótbóltslíkindum. Ættin verður eitt lítið lot av eystri, turt og sólin fer at kaga undan av og á. Seinni seinnapartin verður tað tó yvirskýggjað. Hitin verður 10 stig.
Fyrsti dysturin í 24. umfari varð spældur í Klaksvík leygardagin, tá ið tað endaði 3-3 millum KÍ og EB/Streym.
Víkingur-ÍF: Rúni Gaardbo kl. 17.00
NSÍ-B36: Páll Augustinussen kl. 15.00
HB-07Vestur: Dagfinn Forná kl. 15.00
TB-AB: Petur Reinert kl. 17.00
Støðan
HB 48
ÍF 43
EB/Streymur 38
B36 37
NSÍ 36
Víkingur 31
AB 28
KÍ 22
TB 19
07Vestur 14
EB/Streymur og KÍ hava spælt 24 dystir, og hini liðini hava spælt 23 dystir.