Tilsamans 17 sýningar skuldu verða av sangleikinum Grease. Ummælini hava verið framúr, og øll atgongumerkini vóðu seld mest sum alt fyri eitt.
Myndatema frá sangleikinum sæst HER
Nú hava fyriskipararnir funnið rúm fyri tveimum eykasýningum afturat. Hesar verða mánadagin 24. november og týsdagin 25. november.
Atgongumerkini til hesar sýningar verða sett til sølu klokkan 13 í morgin.