Tvær eru skiftar út

Í Føroyahúsinum í Keypmannahavn fer tað í kvøld at bera til at fylgja við stórdystinum ímóti Týsklandi

Tað verður av álvara talt niður til stóru avbjóðingina, sum tað er, tá ið Føroyar í kvøld klokkan 19.30 fara at spæla HM dyst í kvinnuhondbólti ímóti Týsklandi.

 

Dysturin verður í Westfalenhalle í Dortmund, har tað er pláss fyri 15 túsund áskoðarum. Tað verður fullsett, og millum mongu heimaáskoðararnar vera nakrir føroyskir áskoðarar. Teir vera ikki so nógvir, sum teir vóru í teimum trimum dystunum í Trier, tí nógvir av føroyingunum, sum vóru har, eru komnir til hús aftur. Onkrir føroyingar eru nú farnir niður til Dortmund.

 

Tað eru 18 føroyskir spælarar í hópinum. 16 eru á listanum hvørja ferð, og nú er greitt, at tað verður skift út. Nýggjar á listanum í kvøld eru málverjin Gylta á Neystabø og Maria Halsdóttir Weyhe. Tær avloysa málverjan Anniku Fríðheim Petersen og Mariannu Geirsdóttir Eystberg. Í  36 – 25 sigrinum ímóti Paraguay sunnudagin skoraði Marianna fýra mál.

 

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vísir dystin, og tað fer at bera til at fylgja við í Keypmannahavn, har dysturin verður vístur í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv.