Í morgin klokkan 17 verður framløga í Rit og Rák í SMS av samlaðum yrkingum hjá Jóanesi Nielsen, »Yrkingar 2014« og »At myrða við skrivaraborðið« eftir Jógvan Isaksen. Høvundarnir fara at siga nøkur orð og signera bøkurnar.
Yrkingar 2014 er ein samlað útgáva av teimum fyrils níggju yrkingasøvnunum hjá Jóanesi Nielsen. Frá frysta savninum, Trettandi mánaðin í 1978 til fyribils seinasta savnið, Tapet millum øldir 2012.
Jóanes Nielsen er føddur í Havn í 1953 og fór sum blaðungur til skips og hevur til seianst í 1990'unum starvast sum sjómaður og arbeiðsmaður. Síðani hevur hann skrivað mest sum burturav, og skaldskapurin hjá honum er hin mest lisni í Føroyum. Tey seinnu árini hevur hann eisini av álvara gjørt vart við seg í hinum Norðurlondum og er nú eisini á veg til Týskalnds.
Hin bókin, sum verður løgd fram, At myrða við skrivaraborðið, er bók, har Jógvan Isaksen greiðir frá krimiskriving sum heild við støði í sínum egnu bókum.










