SJÒNVARP
P/f Televarpið og Viasat Danmark A/S gjørdu mikukvøldið avtalu um rættindini til fleiri av rásunum hjá Viasat, teirra millum TV3 Danmark, 3+ og ViasatSport.
Frá Televarpinum frætta vit, at tey ætla sær ígongd beinanvegin.
?Fyri at tryggja, at allir haldararnir sleppa at fylgja gongdini í Robinson frá byrjan, hava vit valt at senda TV3 beinanvegin, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í Televarpinum. Hesar vikurnar fram til 1. apríl verður TV3 ókeypis, og allir haldarar okkara fáa atgongd til rásina ta tíðina, sigur hann. Frá 1.apríl verður so neyðugt at keypa ein av pakkunum við Viasat-rásunum fyri at síggja TV3, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Televarpinum.
Sum fylgja av nýggju rásunum verður skift eitt sindur um í programmpakkunum hjá Televarpinum.
?Avtalan ber í sær, at Televarpið broytir tilboð síni frá 1.apríl. Alt pakkamynstrið verður lagt um, soleiðis at haldararnir kunnu velja millum fleiri grundpakkar, sigur Tróndur Djurhuus í tíðindaskrivi.
Eisini fer at bera til at keypa ein marglætispakka, sum hevur allar rásirnar í núverandi grundpakkanum og rásirnar frá Viasat.
Televarpið hevur samstundis fingið rættin at selja TV3 og hinar rásirnar til eigarafeløg og aðrar serkundar.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið upplýst, hvørji nýggju gjøldini vera fyri pakkarnar hjá Televarpinum.










