TV3 gevst við tíðindum

Eftir at hava havt tíðindasendingina »Dagens nyheder« á skránni í sjey ár, hevur danska TV3 nú gjørt av at gevast. Kappingin við stórubeiggjarnar, Danmarks Radio og TV2 er ov stór, og sjónvarpsstøðin fer tí í framtíðini at nýta kreftirnar upp á ítrótt, film og undirhald.

 

KAPPING UM TÍÐINDI


Í tíðindaskrivi frá Danske Dagblades Forening verður sagt, at tíðindatilfar kortini fer at verða viðgjørt í ymsum aktualitetssendingum.

Føroyingar, sum síggja TV3, hava eisini kunnað lisið tíðindi frá Jyllands-Posten á tekstvarpinum hjá TV3, men hetta verður eisini søga.

Stóra danska blaðið hevur fingið at vita, at tað ikki longur skal gera hesi tíðindi. Hetta skal støðin í framtíðini gera í samstarvi við deildina New Media, sum eisini fær ábyrgdina fyri virkseminum hjá sjónvarpsstøðini á internetinum, eins og at royna at blæsa nýtt lív í digitalt sjónvarp.

Roknað verður kortini ikki við nakrari kollvelting á tekstvarp-økinum.

? Har verða framvegis tíðindi og ítróttur, men vit fara at royna at samantvinna tekstvarp við okkara sjónvarpssendingar, sigur Christian Kemp, sum er leiðari í New Media deildini.

Hvussu framleiðslan av tíðindunum til tekstvarp hjá TV-3 skal gerast í praksis, er enn ikki avgjørt.