Danska sjónvarpsstøðin TV3 ger fríggjakvøldið upptøkur á dansistaðnum Rex í Havn, har tey hava tiltak við Paradie Hotel luttakarum. Fríggjakvøldið vitja tveir luttakarar úr donsku sjónvarpsrøðini Paradise Hotel á Rex í Havn. Fleiri luttakarar hava longu vitjað har, og fríggjakvøldið verða tað Mette og Nichlas, sum leggja leiðina fram við.
Eisini TV3 verður til staðar á Rex, tí upptøkur skulu gerast til sendingina Paradise After Dark, sum verður send í sambandi við Paradise Hotel røðina. TV3 skal taka upp í fleiri tímar, og brot av upptøkunum verða at síggja í Paradise After Dark.
Í morgunsendingini á Rás2 hósmorgunin ber til at vinna VIP-atgongd fyri 5 fólk til Rex fríggjakvøldið. VIP-gestirnir sleppa at halda til í VIP-rúminum á Rex saman við luttakarunum frá Paradise Hotel.









