TV3 av skíggjanum

Hin 25. november verður Televarpið til reiðar at víðarisenda fylgisveinarásir til borgararnar í Havn. Tær flestu avtalurnar eru komnar upp á pláss, og nú er greitt, at væl umtókta rásin TV3 ikki verður við frá byrjan. Allar hinar rásirnar í verandi útboði hjá Rás Tórshavn verða kortini við

SJÓNVARP

Hin 25. november verður Televarpið, sum m.a. avoysir Rás Tórshavn, væntandi til reiðar at byrja at senda fylgisveinarásir til føroyingar.
Hetta upplýsir stjórin í Televarpinum, Tróndur Djurhuus. Tað er tó ikki vist, at Televarpið byrjar at senda hin 25. Verandi útgerð og skipanin hjá Rás Tórshavn skal takast niður. Tað ganga væntandi nakrir dagar, áðrenn útgerðin hjá Televarpinum er riggað til, soleiðis at klárt er at byrja at senda.
Afturat hesum skal Televarpið eisini hava frekvensloyvi frá Fjarskiftiseftirlitinum til at senda sínar talgildu(digtalu) sjónvarpsrásir.
?Við vera væntandi til reiðar 25. november, men vit hava sett nakra dag, har vit byrja at senda enn, tá ið vit eisini skulu bíða eftir øllum loyvum og Tórshavnar kommuna skal eisini sleppa at enda sítt virksemi, sigur Tróndur Djurhuus.
Sostatt er tað ikki heilt greitt, nær ókeypis sjónvarpstænastan hjá Tórshavnar kommunu syngur síðsta ørindið, men tað verður mestur í einum av døgunum undan 25. november.
Televarpið kann byrja at senda til borgarar í Havn, á Skálafjørðinum og Nólsoy, uttan at hetta ávirkar Rás Tórshavn, men byrjað verður væntandi ikki fyrr enn sløkt er fyri Rás Tórshavn, soleiðis at alt verður sett í gongd samstundis.
Føroya Tele eigur 100% av partapeninginum í Televarpinum, sum verður rikin leys frá Føroya Tele.

Òkeypis til 1. januar
Fyri at síggja rásirnar hjá Televarpinum krevst ein sokallað set-top boks. Tað er hendan boksin, sum ger talgilda signalið um til sjónvarpsmyndir. Tað verður heldur nógv at taka feil av við hesum boksunum, tí tað verður nevniliga bert tann eina boksin, sum fólk kunnu keypa. Hendan boksin er av merkinum Force, og prísurin fer, sambært Tróndi Djurhuus, at liggja niðanfyri 2.000 kr. Tað verður ikki Føroya Tele, sum fer at selja boksirnar sjálvir, men hinvegin ymsir handlar. Tað verða so hesir, sum fara at áseta sín egna vinning og sostatt eisini samlaða prísin hjá kundanum. Tróndur Djurhuus roknar tó fyri vist, at prísurin fer at liggja niðanfyri 2.000 kr.
Televarpið fer at senda umvegis UHF-netið, og hetta ger, at fólk í flestu førum kunnu nýtast sína verandi útgerð og set-top boksina til at síggja Telepvarpið.
Edvard í Skorini Joensen, tøkningur hjá Føroya Tele, sigur, at teir hava royndarkoyrt útgerð í Havn, og hetta hevur í flestu førum riggað væl við verandi útgerð, sum eru at finna í húsum ? eisini við vanligum ?inni-antennum? í støðum. Hann leggur afturat, at summi fólk mestur verða noydd at skifta sína útgerð út fyri at síggja Televarpið. Hetta er serliga galdandi fyri eldri útgerð.
Til 1. januar verður tað ókeypis at síggja Televarpið, upplýsir Tróndur Djurhuus. Gjaldast skal sjálvandi fyri boksirnar, men inntil 1. januar verður tað sum í gomlum døgum hjá í øllum førum borgarum í høvuðsstaðnum við ókeypis fylgisveinasjónvarpi.
Televarpið fer í fyrstu atløgu at senda í Havn, í Nólsoy og pørtum av Skálafjørðinum. Stutt eftir fara kollfirðingar eisini at síggja Televarpið. Her skulu tó onkrar tekniskar broytingar gerast fyri at dekka alla bygdina. Hetta fer kanska at gera móttøkuna eitt sindur óregluliga at byrja við.
Áðrenn árið er runnið verður Televarpið væntandi klárt at senda í Klaksívk, Fuglafirði og Gøtu eisini.
Ætlanin er at øll skulu fáa møguleikan at keypa sær set-top boksina, og tí fer sølan væntandi í gongd nakað skjótt.
Júst sum við øðrum digitalum móttakarum krevst ein móttakara til hvørt sjónvarp. Arbeitt verður við einari loysn við høvuðsmóttakara fyri hvørt hús, men hetta liggur longur frammi í tíðini.
Tað ber til at knýta fleiri sjónvarp saman í ein móttakara, men so noyðist øll at síggja somu rásina.

Canal+ og hinar
Rásirnar, sum Televarpið fer at bjóða út, eru allar kendar rásir. Av teimum verandi hjá Rás Tórshavn vera allar við uttan TV3. Væl umtókta TV3 kann koma á skíggjan aftur seinni, men verður ikki við frá byrjan.
Canal+ verður eisini við, og DR verður somuleiðis í útboðinum. Rásirnar verða seldar í pakkum. DR og Canal+ er lutfalsliga dýrar rásir, og her skulu fólk so nakað longur niður í lumman fyri at síggja. Samráðingarnar við DR eru ikki lidnar enn, men DR verður so við. Tað er so spurningurin, hvussu nógv hetta fer at kosar
Tann minsti og bíligasti pakkin verður við umleið 20 rásum. Teirra millum verður SvF og ein sokallað info-rás. Hendan rásin fer í fyrstu atløgu at senda upplýsingar, men møguleikin er fyri, at hendan rásin fer at senda føroyskt tilfar seinni. Fyritøkur og fólk kunnu so keypa sær senditíð. Tróndur Djurhuus sigur, at teir hava fingið fleiri fyrispurningar. Hann leggur dent á, at tað undir ongum umstøðum verður Føroya Tele, sum fer at framleiða sendingar sum fjølmiðil.
Av øðrum rásum hjá Televarpinum kann nevnast God Channel, sum er ein kristilig rás. TV Danmark 1 og TV Danmark 2 verða væntandi eisini við. Eisini verður samráðst við Eurosport um eina rás afturat frá teimum, umframt MUTV, sjónvarprásin hjá Manchester United.
Rásir sum TV2, DK4, NRK og aðrar norðurlendskar verða ikki at síggja hjá Televarpinum. Talan verða um enskar og danskara rásir.
Ætlanin er eisini at bjóða útvarpsrásir, men hetta verður væntandi ikki við frá byrjan.