So var aftur rok um blokkin og skattalættin til fiskimenn. Serliga kjakið um blokkin var gløðandi heitt fyri ikki so langari tíð síðani, og nú er tað við at hitast uppaftur.
Danska sjónvarpsrásin hevði mánakvøldið eitt innslag um hýruna hjá føroyskum fiskimonnum. Dagur og vika vísti týskvøldið føroysku hyggjarunum innslagið, sum millum annað staðfestir, at føroyskir fiskimenn í miðal vinna 664.000 krónur árliga ? eftir at skatturin er goldin. Hetta merkir, at fiskimenn í miðal forvinna meira enn eina millión árliga áðrenn skatt. Sambært Hagstovu Føroya vóru tað í 2002 "bert" 109 fólk við einari inntøku omanfyri milliónina í Føroyum, og góð 140 fólk forvunnu sær millum 800.000 og milliónina.
Danska TV2 sigur eisini, at orsøkin til, at føroyskir fiskimenn vinna í miðal tvífalt so nógv sum føroyingar er, at skattalættin letur seg gera við góðum stuðuli úr Danmark umvegis blokkstuðulin.
Blóðskeivt
Men tølini hjá TV2 fella í góða jørð hjá Fiskimannafelagnum. Formaðurin í felagnum, Òli Jacobsen, sigur, at TV2 nýtir tøl, sum einki hava við veruleikan at gera.
- Eg veit ikki, hvar TV2 fær hasi tølini frá, men tey koma í øllum førum ikki frá okkum. Hetta er so langt úti, at eg havi ikki orð fyri tí, sigur Óli Jacobsen.
Hagstova Føroya byggir síni hagtøl um inntøkur hjá fiskimonnum á tøl frá Fiskimannafelagnum, og tískil undrar útspælið hjá TV2 øll.
Ein uppgerð, sum Òli Jacobsen hevur gjørt, vísir, at inntøkurnar í fjør í miðal vóru 286.000 krónur eftir skatt. Altso meira enn helvtina av tí, ið TV2 sigur vera satt.
Bert fiskimenn við nótaskipum vóru í nánd av upphæddini, ið TV2 vísir á. Har var miðalinntøkan 824.019 krónur áðrenn skatt. Sjálvt í kommununum við lægsta skattaprosenti gevur hetta ikki minni enn eina hálva millión eftir.
Àlvarsamt
Ì klaguni til TV2 sigur Òli Jacobsen millum annað:
"Vi betragter denne sag med stor alvor, da disse forkerte oplysninger giver danske politikere anledning til på et forkert grundlag at drage andre politiske slutninger, som kan få konsekvenser for det færøske samfund på andre områder, hvorved fiskerne let kan blive syndebukke".
Ein av hesum møguligum fylgjum kom eisini fram í Degi og viku. Christian Thulesen Dahl, formaður fyri fíggjarnevndina hjá fólkatinginum, segði, at blokkstuðulin skuldi ovast á politisku dagsskránna, tá veruleikin sá soleiðis út, at føroyskir fiskimenn ríka seg upp.
Ongin viðmerking
Hóast drúgvar royndir hevur tað ikki eydnast okkum at fáa nakra viðmerking TV2. Lotte Mejlhede hevði ábyrgdina fyri tíðindasendingini mánakvøldið, men hon vil ikki gera nakra viðmerking og vísir til journalistin, sum hevur gjørt innslagið. Àðrenn evstamark mikumorgunin var einki at frætta frá TV2.
- Vit royna sjálvandi at fylgja teirri vanligu journalistisku meginregluni um, at tað, vit senda, skal vera rætt, sigur Lotte Mejlhede, men vil ikki gera fleiri viðmerkingar í skrivandi stund.