Í gjárkvøldið fór danski poppbólkurin TV2 á pallin í Havn, og sambært oddamanninum í bólkinum skuldi hjáveran hjá TV2 skiljast sum ein meklingarroynd, nú viðurskiftini millum Føroyar og Danmark hava verið nakað heit seinastu dagarnar.
? Nyrup hevur ikki sent okkum higar, men tað hevði verið skilagott, um hann hevði gjørt tað, sigur Steffen Brandt, leiðari í TV2.
? Vit hava stúrt eitt sindur fyri ferðini til Føroya, tí støðan er eitt sindur undarlig í løtuni, men vit eru sera væl móttiknir, hóast tað fer fram ein politisk uppgerð millum Føroyar og Danmark í løtuni.
Vit hava
nakað í felag
TV2 løgdu arbeiði við nýggju fløguni til síðis fyri at sleppa aftur til Føroya, her teir ikki hava verið síðani 1992.
? Vit kundu havt vunnið fleiri pengar lættari aðra-staðni, men tað hevur týdning fyri okkum, at vit fáa samband við føroyingar aftur, segði Steffen Brandt á tíðindafundinum, sum var hildin í Svimjihøllini í Havn fyrrapartin í gjár.
? Vónandi kann TV2 vera við til at minna, at føroyingar og danir hava nakað í felag, og tað er ikki bara nakað, sum vit kunnu viðfara soleiðis, sum politikararnir gjørdu undir samráðingunum í síðstu viku.
? Eg fari at geva Anfinni Kallsberg rætt í, at hetta eru samráðingar, sum skulu førast yvir eina longri tíð, og tí er tað óhóskandi, at kjakið skal fara fram sum yvirskiftir í bløðunum, heldur Steffen Brandt.
Meira verdugt
Steffen Brandt væntaði sær nógv av framførsluni í gjárkvøldið, og hann ætlaði sær ikki at gera so nógv burtur úr støðuni millum Føroyar og Danmark við orðum, men meira við hjáveruni.
? Eg haldi ikki, at vanliga fólkið í Danmark og Føroyum eru í stríði við hvør annan, soleiðis sum politikararnir kanska hava verið seinastu dagarnar. Eg kenni bara til beinasemi mótvegis føroyingum millum vanliga danan.
? Eftir allar hesir øldirnar saman, haldi eg, at tað er burturvið, at slíkt stríð skal taka seg upp, nú Føroyar ynskja at sleppa úr ríkisfelagsskapinum. Tað er eingin natúrlóg sum sigur, at Føroyar og Danmark hoyra saman, og eg haldi, at politikararnir eiga finna eina meira verduga loysn, enn tað var lagt upp til undir fyrstu samráðingunum.










