-Vit halda tað vera eitt sera gott hugskot, at ein ella tveir søgufrøðingar verða settir til at kanna málið um tey grønlendsku børnini, og vit eru eisini sinnaðir at finna pengar til kanningina. Men vit fara ikki at taka undir við nakrari almennari kanning, og vit fara heldur ikki at taka undir við nakrari almennari umbering.
Tað sigur Søren Espersen, fólkatingsmaður og Grønlands-framsøgumaður hjá Danska Fólkaflokkinum, við danska kringvarpið. Hann sigur, at flokkurin hevur einki ímóti at kanna málið um tey 22 børnini, sum vórðu send til Danmarkar sum ein roynd í 1951.Men sama hvat úrslitið av kanningini verður, so fer Danski Fólkaflokkurin ikki at taka undir við nakrari umbering.
-Prinsipielt haldi eg, at tað er nakað tvætl at biðja um umbering fyri nakað, sum hendi í fortíðini. Vit kunnu ikki loyva okkum at døma farin ættarlið eftir tí, sum er galdandi í dag, men tað gera vit tíverri alt ov ofta. Eg ivist ikki í, at tey, sum stóðu aftan fyri hesa verkætlanina, gjørdu tað við bestu ætlan. Sjálvandi kann forsætisráðharrin gera tað, sum hann heldur vera rætt, men eg haldi, at tað er tvætl at biðja um umbering í hesum føri, sigur Søren Espersen við DR.