Útvístir irakar tiknir í kirkjuni

Løgreglan í Keypmannahavn tók í nátt 19 irakskar menn, sum hava fjalt seg í einari kirkju í Keypmannahavn fyri at sleppa undan at verða sendir til Irak. Tað endaði við ógvusligum bardøgum millum løgregluna og mótmælisfólk, sum krevja, at teir útvístu irakararnir sleppa at verða verandi í Danmark. Fleiri fólk vórðu tikin, men tey verða latin leys í dag, sigur løgreglan.

Teir útvístu irakararnir hava verið í Brorsons Kirke á Nørrebro síðani í mai, men klokkan eitt í nátt tók løgreglan seg inn í kirkjuna og tók 19 ungar menn, sum eru millum tey útvístu. Kvinnurnar og børnini, sum eisini vóru í kirkjuni, vórðu flutt burtur haðani.

Presturin í Brorsons Kirke sigur við DR, at ein av teimum iraksku monnunum hótti við at taka lívið av sær við at leypa úr torninum, men tað eydnaðist at steðga honum.