Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, er til reiðar at seta tiltøk í verk um skerjingar, sum næstformaðurin í FF mælir til, verða settar í verk Tað hevur undrað onkran, nú formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, hevur hótt við møguligum felags tiltøkum, um fiskidagarnir verða skerdir í komandi fiskiári.
Í Sosialinum í gjár og á heimasíðu felagsins sigur formaðurin, at Fiskimannafelagið er til reiðar at stuðla øðrum feløgum, um tiltøk verða sett í verk í sambandi við málið um áseting av fiskidøgum.
Jan Højgaard segði við Sosialinum í gjár, at ein blokada av Havnarvág ikki er óhugsandi, um ein møgulig skerjing av fiskidøgum tekur grundarlagið undan okkara fiski-og útróðrarflota, sum hann tók til.
Fiskimannafelagið hevur eitt umboð í fiskidaganevndini, sum hevur latið landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiár.
Umboðið er Eyðun Johannesen, sum samstundis er næstformaður í Fiskimannafelagnum.
Eyðun hevur nevniliga í fiskidaganevndini tikið undir við skerjingum upp á 20-25% í onkrum skipabólki, og tí eru tað tey, sum spyrja, um høgra hond í Fiskimannafelagnum ikki veit, hvat vinstra hond ger.