Útvísing kostaði Arsenal sigurin

Arsenal var á odda til fimm minuttir vóru eftir, men so mistu Arsene Wenger og hansara menn alt, eftir at Johan Djourou varð útvístur. Frank Lampard bjargaði Chelsea øll stigini í seinasta minuttinum móti Wolverhampton.

 

Fimm dystir hava verið í Premier League í dag. Craven Cottage varð karmur um London uppgerðina millum Fulham og Arsenal. Gestirnir úr Arsenal komu á odda um miðjan fyrra hálvleik, tá Laurent Koscielny úr stuttari fjarstøðu stútaði bóltin í mál

 

Í seinna hálvleiki tók Fulham yvir og hevði meginpartin av spælinum. Tað eydnaðist tó ikki at fáa bóltin í málið. Tólv minuttir fyri tíð fekk Arsenal verjuleikarin, Johan Djourou, sítt seinna gula kort og varð vístur av vøllinum.

 

Fimm minuttir fyri tíð kundi Steve Sidwell gera sær dalt av vánaligum málmansspæli og stútaði bóltin í mál. Fulham helt fram at trýsta og í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat kom Bobby Zamora at standa væl fyri og smekkaði til við vinstra beini og tryggjaði Fulham øll stigini. Úrslitið merkir, at Chelsea nú hevur yvirhálað Arsenal aftur fjórða plássi.

 

Chelsea var á vitjan á Molineux og tað eydnaðist Frank Lampard at tryggja gestinum øll stigini í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð. Ramiers legði Chelsea tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, men bara seks minuttir fyri tíð javnaði Stephen Ward fyri Wolverhampton. Fimm minuttir seinni varð Frank Lampard fyrstur á eitt Ashley Cole innlegg og bjargaði Chelsea øll stigini.

 

Blackburn, sum seinast vann á Manchester United, tapti á heimavølli móti Stoke. Peter Crouch legði Stoke á odda bæði 1-0 og 2-0, áðrenn David Goodwillie minkaði um munin. Uppflyararnir úr Swansea vunnu eitt sindur óvæntað 2-0 á útivølli móti Aston Villa. Nathan Dyer og Wayne Routledge skoraðu málini.

 

Hinir báðir uppflytararnir, QPR og Norwich, møttust á Loftus Road í Londan. Heimaliðið, QPR, kom á odda við máli, sum Joey Barton skoraði longu í fyrsta korterinum. Tíggju minuttir fyri halvleik fekk sami Joey Barton reytt kort og so vendi dysturin. Fyrst javnaði Anthony Pilkington fyri steðgin og sjey minutir fyri tíð tryggjaði Steve Morison Norwich øll stigini.

 

Premier League:

 

Fulham – Arsenal 2-1

Aston Villa – Swansea 0-2

Blackburn – Stoke 1-2

QPR – Norwich 1-2

Wolves - Chelsea 1-2