Tað koma alsamt fleiri og fleiri ferðafólk til Føroya – men tað eru framvegis ov fá av teimum, sum leggja leiðina suður á Tvøroyri. Men tað fara tey í Tvøroyrar býráð at gera nakað við og tí hevur býráðið nú samtykt at fara undir ein miðvísan ferðavinnupolitikk.
Tað fer at krevja nakað av íløgum, men tá ið ætlanin varð løgd fram fyri almenninginum í gjárkvøldi, gjørdi Anita Vibergsdóttir, limur í mentanarnevndini hjá býráðnum, greitt, at tá ið tey høvdu sett ferðavinnuna á breddan, var tað tí at tey meintu tað í álvara.
Í hesum sambandi hava tey heitt á ráðgevaravirkið, CommIT um at leggja arbeiðið til rættis, og tað verða longu nú í heyst, at tey fyrstu, ítøkiligu stigini verða tikin.
Tær báðar í CommIT, Ingibjørg Berg og Theresa Turidardóttir Kreutzmann, siga, at fyrsta, ítøkiliga stigið verður at førleikamenna fólk til ferðavinnuna, har eitt av endamálinum er at hækka tænastustigið.
Eitt lið í hesum verður, at skipa fyri fleiri skeiðum á Tvøroyri í vetur, har nøkur av skeiðunum vera í kvøldskúlanum og onnur verða uttanfyri kvøldskúlan. Í hesum sambandi verða bæði ferðaleiðaraskeið, ferðavinnuskeið, íverksetaraskeið og skeið í nýmenning. Ætlanin er eisini at skipa fyri styttri skeiðum um virkisbúskap, samstarv, matvinnu, og annað.










