Tað eydnaðist ikki Tvørábátinum at vinna á Jóansøku. Tað var stórt vónbrot hjá lokalu fyrireikarunum og hjá heimaáskoðarunum. Tvørábáturin var næstfremstur, eitt sindur aftanfyri Sundabátin.
Men tey á Tvøroyri kunnu fegnast um, at tað bar til at staðfesta, at tað ber til at avgreiða sjey FM róðrar í knappliga hálvan annan tíma.
Klokkan var farin fýra minuttir av trý, tá ið fyrsta startskotið gelti, og klokkan var 17.26, tá ið Havnarbáturin fór um málið.
Hetta var fínt avrik í góðum líkindum, sum eigur at geva fyrireikarunum til næstu róðrarnar mót um, at tað eisini hjá teimum skal bera til.