Tað er sera ymiskt, hvat ein persónur rindar í skatti alt eftir hvar viðkomandi býr. Eitt yvirlit hjá Taks vísir, at munurin millum lægsta og hægsta kommunuskattin er heili 7,5%, skrivar Samtak á heimasíðuni
Kommunurnar við hægsta kommunuskattaprosentinum eru Tvøroyri og Sandur, har skatturin er 23,5%, í hølunum á teimum er Vágur við 23,25%.
Nakrar av smáu kommunum hava lægst skattaprosent, hesar eru Fugloy, Svínoy, Kunoy og Skúvoy. Í hesum kommunum rindar borgarin 16% í kommunuskatti.
Fyri ein borgara við eini vanligari arbeiðarainntøku merkir tað, at ein persónur sum býr á Sandi ella Tvøroyri rindar útvið 15.000 kr meir í skatti enn um viðkomandi býr í Kunoy, Svínoy, Fugloy ella skúvoy.
Meðal kommunuskattaprosentið í 2008 er 20,65%. Sí annars yvirlitið á heimasíðuni hjá Taks