Stigatalvan sigur, at kappingin er so tøtt og spennandi, sum tað ber henni til at vera. 6-mannaførini við monnum á Tvøroyri og Miðvági liggja stavn um stavn. Báðir bátarnir hava 39 stig, og harvið verður tað ólavsøkuaftan, at tað fer at verða avgjørt, um tað verður Tvørabáturin ella Riddarin, sum fer at vinna FM heitið.
Felags fyri Tvørabátin og Riddaran er, at teir ongantíð áður hava vunnið FM. Tí sigur tað seg sjálvt, at tað bæði í Miðvági og á Tvøroyri hevur verið fylgt væl við í kappróðrunum, sum hava verið higartil í ár, og tað er sjálvsagt, at kappróðrarprátið er nógv, nú bátarnir síðani í gjár hava fyrireikað seg til stóru finaluna, sum verður fimtan dagar.
Tað kann nógv venda upp ólavsøkuaftan, sum nú vendir niður, og tað kann nógv venda niður ólavsøkuaftan, sum vendi upp á Vestanstevnu. Men um avrikið í Sandavági skal verða grundarlag fyri meting um vánirnar at vinna FM, so er eingin ivi um, at Tvørabáturin er greiður favorittur.
Í fimm teimum fyrstu róðrunum var kappingin ógvuliga tøtt. Á Vestanstevnu var eingin kapping. Tvørabáturin, sum á Varmakeldu vann við so framúr endaspurti, vísti onga náði.
Suðuroyingarnir løgdu seg beinanvegin framum hinar, og síðani vóru teir ongantíð hóttir. Tá ið Tvørabáturin fór um málið, var meiri enn ein bátslongd aftur til kappingarneytarnar.
Sundabáturin var leingi næstfremstur, meðan Riddarin eftir vánaligan start hevði strítt seg fram á triðja plássið. Á síðstu trý hundrað metrunum bjóðaði Riddarin Sundabátinum av, og tá ið bátarnir fóru um málið, hevði Riddarin tryggjað sær næstfremsta plássið, sum kann fara at vísa seg avgerandi, tá ið FM kappingin fer at verða avgjørd ólavsøkuaftan.
Undan Ólavsøku hava bæði Riddarin og Tvørabáturin 39 stig!









