Tvøroyri: Fleiri bjargingarfólk endaðu á sjúkrahúsinum

- Sjey fólk vóru á Suðuroyar Sjúkrahúsi í gjár orsaka av eldinum.

Tey mongu fólkini, sum settu sína egnu heilsu til síðis í gjár, fingu nøkur snudd á vegnum. Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi sigur í dag, at sjey fólk vóru á sjúkrahúsinum í gjár orsaka av eldinum, og meginparturin av sløkkiliðsfólk ella bjargingarfólk annars.

 

 

Fleiri teirra endaðu á sjúkrahúsinum, tí tey høvdu álvarsaman veskumangul, og máttu fáa vætu í seg beinan vegin. Onkur hevði ilt fyri bringuna og fekk illa anda, og onkur var dottin í bjargingararbeiðnum. Øll vórðu útskrivað aftur í gjár uttan ein, sum liggur til observatión á sjúkrahúsinum

 

 

Ein løgin støða í gjár var, at tað bar ikki til at vaska sløkkiliðsfólkunum ein part av degnum.

 

- Tað var ein perioda í gjár, har vatnið ikki skuldi nýtast, tí tað kundi verið dálkað, og tí bar ikki til at vaska brandfólkunum, sum komu inn á sjúkrahúsið áðrenn klokkan 19.00. Men aftaná tað, tá ið vatnið varð mett reint, so arbeiddu vit sum vanligt, sigur Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri.