Tá ið Tvøroyri varð evakuerað fríggjadagin, meðan óvissan var stór um vavið av ammoniak í økinum, var tað ein avbjóðing hjá Suðuroyar Sjúkrahúsið. Spreingivandin var orsøkin til, at fleiri sjúklingar vórðu útskrivaðir, meðan teir, sum ikki kundu fara frá sjúkrahúsinum, vórðu sendir oman í kjallaran hjá sjúkrahúsinum, har tveir bygningar lógu sum skjøldur fyri tey.
Ein sjúklingur kundi tó ikki flytast har til, tí útgerðin, sum hann hevði tørv á, kundi ikki flytast av stovuni. Tískil varð hesin sendir við tyrlu norður á Landssjúkrahúsið.
Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri sigur, at umframt sjúklingarnar á sjúkrahúsinum vórðu eisini tey eldru fólkini á ellisheiminum send í teirra kjallara, har tey vóru at kalla undir jørð.
Les eisini: Tvøroyri: Fleiri bjargingarfólk endaðu á sjúkrahúsinum










