SAVNSRØKTIN
Týsdagin í farnu viku skrivaðu Føroya Lærarafelag, Kommunusamskipan Føroya, Mentamálastýrið og Fíggjarmálastýrið undir semju um savnsrøktina, sum hevur veruð stríðsmál í nógv, nógv ár. Men beinanvegin varð greitt, at eina kommunan í Kommunusamskipanini, Tvøroyrar kommuna ikki góðtekur semjuna, sum ikki er bindandi fyri kommunurnar í felagsskapinum. Í viðtali í blaðnum fríggjadagin sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Finnleif Guttesen, at semjan skúgvar útreiðslur frá landinum yvir á kommunurnar og tað vil Tvøroyrar kommuna ikki góðtaka.
Avleiðingarnar av, at Tvøroyrar kommuna ikki vil bindast av semjuni, eru, at blokadan av savnsrøktin, sum umfatar kommunurnar, ið eru limir í Føroya Kommunufelag, nú eisini umfatar Tvøroyrar kommunu. Tað merkir, at lærarar á skúlunum í hesum kommunum ikki sleppa at røkja stovurnar og amboð. Hendan blokadan hevur verið í gildi í fleiri mánaðir nú, og avleiðingarnar av henni eru, at hvørki høli ella amboð nógva staðni eru nýtilig longur.
- Tað er hugstoytt og harmiligt, at ein kommunu meldar frá, serliga tá ið tað ræður um prinsipp og ikki pengar. Tað sum verri er, er, at Tvøroyrar kommuna er fús at lata høli, serstovur og amboð fara fyri skjeyti, tí hon ikki vil gjalda fyri savnsrøktina, ein upphædd, sum liggur um 20.-30.000 kr. um árið. Landið rindar fyri helmingin og Føroya Lærarafelag er avgjørt um, at tað er Tvøroyrar kommuna, sum sleppur sær undan ábyrgdini. Ógvuliga spell, at ein kommuna vil ganga so vítt fyri at halda upp á nøkur prinsipp, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.
Undir drúgvu samráðingunum um savnsrøktina heitti Føroya Lærarafelag á Kommunusamskipan Føroya um, at semjan skuldi verða bindandi fyri kommunurnar í felagsskapinum, men Kommunusamskipanin hevur alla tíðina gjørt greitt, at tað ikki ber til at gera avtalur vegna allar kommunurnar, sum hava eykaútreiðslur við sær.
Sum skilst roynir Mentamálastýrið framvegis at finna eina loysn viðvíkjandi savnsrøktini við hinar kommunurnar. Seinasta fríggjadag vóru umboð frá Mentamálastýrinum á fundi við Føroya Kommunufelag.