Tvøroyrar býráð samtykti á býráðsfundi í gjárkvøldið ársroknskapin hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2017.
Í fíggjarætlanini hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2017 varð roknað við einum halli á 10,3 mió. kr. men ársroknskapurin vísir eitt avlop á 9,4 mió. – tað er. 19,7 mió. kr. meira enn væntað.
Samlaði raksturin av Tvøroyrar kommunu kostaði 62,9 mió. kr. og er hetta 2,9 mió. kr. minni, enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2017.
Í fíggjarætlanini var roknað við at gera íløgur fyri 15,9 mió í 2017, men roknskapurin vísir, at tað vórðu gjørdar íløgur fyri 8,3 mió. kr.
Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í 2017 vóru 8,9 mió. kr. hægri enn væntað. Roknað var við 73,4 mió. kr. í inntøkum, men roknskapurin vísir, at samlaðu inntøkurnar vórðu 82,3 mió. kr.
Tvøroyrar kommuna hevur í 2017 goldið 3,8 mió. kr. í avdráttum, og var nettoskuldin við árslok komin niður á 0,46 álíkning.