Barnafrádrátturin í Tvøroyrar kommunu hækkar úr 5.000 krónum upp í 7.000 krónur fyri hvørt barnið. Tað er partur av fíggjarætlanini, sum Tvøroyrar býráð samtykti í gjár.
Fíggjarætlanina hjá Tvøroyrar kommunu javnvigar við 96,9 milliónum krónum. Inntøkurnar av persónsskatti eru mettar at verða 55,6 milliónir krónur og inntøkur frá partafelagsskatti eina millión krónur.
Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru mettar til 74,3 milliónir krónur íroknað afturbering til eldraøkið, ímeðan rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 66,5 milliónir krónur. Avlopið í rakstrinum er sostatt 7,8 mió. kr.
Íløgurnar hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru á 27 milliónir krónur.