Tvøroyarar kommuna fær átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni í sambandi við setan av brunaumsjónarmanni til Tvøroyrar sløkkilið Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um viðgerðina hjá Tvøroyrar kommunu av eini setan av brunaumsjónarmanni til Tvøroyrar sløkkilið.
Í niðurstøðuni sigur Umboðsmaðurin, at formaðurin í teknisku nevnd og ein limur í Brunanevndini vóru ógegnigir sambært § 3, stk. 1 í fyrisitingarlógini, og at hesir tí ikki áttu at luttikið í viðgerðini av málinum.
Umboðsmaðurin helt tað vera sera átaluvert, at formaðurin í teknisku nevnd einsamallur hevði havt setanarsamrøðurnar. Einki notat varð skrivað viðvíkjandi meting av umsøkjarum, um hvør var best egnaður til starvið. Heldur einki notat varð skrivað frá fundinum í Brunanevndini. Hetta helt umboðsmaðurin als ikki vera nøktandi. Tað var eisini átaluvert, at grundgevingin í svarskrivi frá Tvøroyrar kommunu ikki leyk treytirnar í § 23 í fyrisitingarlógini. Afturat hesum metti umboðsmaðurin, at ein viðgerðartíð á umleið 10 mánaðir í einum slíkum setanarmáli, var alt ov long. Samanumtikið gav umboðsmaðurin tí Tvøroyrar kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av hesum máli.
Kelda: Løgtingsins Umboðsmaður










