Finnleif Guttesen
Valevni á Sambandslistanum, listi B
Tvøroyrar kommuna er fátak uppá tøkan pening, men rík uppá fólk sum stríðast fyri seg og síni so at tey kunnu hava eina rímuliga tilveru á Tvøroyri.
Inntøkan hjá kommununi er vaksin hvørt ár tey seinastu árini og kommunan má framhaldani gera karmarnar hjá vinnuni so fræðar sum tað nú einaferð er fíggjarlig orka til, tað skal tó sigast, at henda orka er ikki stór.
Hvussu kann Tvøroyar kommuna fáa mest fyri tann pening, sum er eftir tá ið rentur, avdráttir og vanligur rakstur er goldin?
Góð fíggjarstýring, har ein játtan til planlagt arbeiði verður yvirhildin.
At planleggingin av øllum arbeiði er liðug, áðren arbeiði fer ígongd.
At raðfesta arbeiði soleiðis, at tær mest átrokandi íløgur og viðlíkahald verða gjørdar fyrst og at tað verður gjørt liðugt.
At politikarar ikki blanda seg uppí smálutir, men letur umsitingina taka sær av málunum.
Fyri at fáa hesar íløgur og viðlíkahalds arbeði so bílig sum gjørligt fyri kommununa, skulu tey bjóðast út ella tað skal biðast um tilboð, somuleiðis skal tað verða eitt greitt krav at arbeiði verður gjørt liðugt til tíðuna. Hervið fáa allir borgarar og fyritøkur ein møguleika og kommunan fær mest møguligt fyri skattapeningin.
Tað má ikki blíva vina og kenningar politikkur, sum skal verða drívmegin í einari framkom-nari kommunu.










