Tvøroyar Klubbi ætlar sær nú at vera náttarstaðið, har tey ungu í Suðuroynni møtast.
Tað sigur Dann Magni Petersen, sum er stjóri í smápartafelagnum JP Olgarsson.
Jóhan Petur Olgarsson og Dann Magni Petersen hava keypt Tvøroyrar klubba, sum fór á húsagang.
Dann Magni Petersen sigur í stuttari viðmerking, at tiltrongdar ábøtur verða framdar í hølinum í løtuni. Ætlanin við keypinum er at geva teimum millum 18 og 25 ár eitt stað at halda til um náttina.
Ætlanin er, at staðið letur upp um miðjan november.