Tvørkirkjuligt skeið

Tíðindaskriv

Altjóða og tvørkirkjuligi missiónsfelagsskapurin »Youth With a Mission (YWAM) Føroyar« stendur í heyst fyri einum fjølbroyttum og mennandi skeiði. Málsetingurin við hesum skeiðinum er at menna okkara siðbundna føroyska kristindóm. Tað vil siga at vit ynskja at taka fatur í tí, ið longu er lagt djúpt í okkum føroyingum, okkara Guðstrúgv, og føra hana eitt stig víðari og verður hetta gjørt við at seta okkum eitt sindur meiri inn í nøkur av teimum grundleggjandi evnunum innan kristnu trúnna.

Umrøðuevni og fyrilestrahaldarar eru:
23. sep. Heimsákoðanir/Bíbilsk heimsáskoðan I v/ Jokim Schnoebbe
1. okt. Heimsákoðanir/Bíbilsk heimsáskoðan II v/ Jokim Schnoebbe
7. okt. Jesus Sonur Guðs v/ Stephen Dulwich
28. okt. Guðs Persónleiki og eyðkennir v/ Sanna S. Hammer
4. nov. Paradigm Shift v/ Maarten Bruynes
11. nov. Bøn  nærleiki ímillum Guð og menniskja v/ Pádraig Twomey

Vert at nevna er at fyrilestrahaldararnir eru av ymiskum tjóðskapi og hava serligt tilknýti til umrøðuevnini. Møguleiki verður eisini fyri spurningum.
Skeiðið verður hildið í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Byrjað verður kl. 10:00 um morgunin og hildið fram til kl 12:00, tá vit hava ein døgurða steðg.
Kl. 13:00 verður byrjað aftur og hildið fram til kl. 17:00. Vit enda dagin við einum nátturðabita saman.
(Døgurði, nátturði, kaffi, te og kakur eru íroknað kostnaðin.)
Skeiðið er uppbygt sum ein eind, tó ber til at taka eitt ella bert nøkur evnunum. Men vit vilja eggja at taka alt skeiðið. Øll eru vælkomin. Sí annars lýsing.
Tilmelding á tlf 21 71 41 ella 21 40 27 (seinasta freist dagin fyri hvønn temadag.)