Tvørkirjuligur bønardagur á Hotel Føroyum

Leygardagin 7. oktober verður Hotel Føroyar karmur um ein tvørkirkjuligan bønardag.

Byrjað verður við morgunmati (kaffi/te og rundstykkjum) kl. 09.00. Ætlanin er at halda á til í mesta lagi kl. 14.00. Undir dagsheitinum: ?EITT LIVANDI SAMFELAG? savnast trúgvandi úr øllum landinum til bøn fyri landi og fólki okkara. Hugsjónin er, við minst 1000 forbiðjarum, at gera veg fyri Guðs ríki og vilja Hansara inn í alt okkara samfelag soleiðis at vit gerast eitt ljós fyri aðrar tjóðir, og at vit samstundis gerast ein útsendingarmiðdepul fyri heimsmissión.

Stigtakarar eru Dánial Gaardlykke úr Saltangará og Frank Jacobsen úr Tórshavn. Tiltakið er óheft av øllum samkomum/kirkjum í landinum. Ein fimm manna arbeiðsnevnd er sett at taka sær av tí praktiska arbeiðinum. Í nevndini sita: Dánial Gaardlykke, Stanley Olsen, Frank Jacobsen, Eivinn Bringsberg og Jaspur Johannesen.

Við yvirnevnda arbeiðssetningi heitir nevndin á lesaran at vera við at vinna land og fólk okkara fyri Kristus. Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 55,- við morgunmati íroknaðum. Byrjað verður at biðja kl. 10.00. Biðið verður fyri viðkomandi samfelagsviðurskiftum, politisku støðuni, missión, reinleika og Ísrael, umframt øðrum viðkomandi evnum. Tú kanst tekna teg til luttøku við at flyta kr. 55,- til:

1000 F.F.F., konto nr. 1313403 í Føroya Sparikassa og viðmerkja navn títt á inngjaldið.