Tvøramenn eru í minniluta á sínum egna báti

Tað hevur gingið sera strilti at manna tað nýggja tíggjumannafarið hjá Tvøramonnum. Róðurin á Sundalagsstevnuni var eitt sindur av einum vónbroti, men nú vóna teir at fáa uppreisn á Jóansøku.

Áki Bertholdsen


Tvøramenn fingu ikki tann startin, sum teir høvdu vónað við tí nýggja kappróðrarbátinum.

Teir høvdu annars júst smíðað sær ein nýggjan Suðuroyðing tí teir vóru hvørki heilt nøgdir við gamla Suðuroyring ella hitt 10 mannafarið, Tvørabátin.

? Gamli Suðuroyingur var ov tungur og tvørabáturin gekk so skeivt, at tað róðu fýra mans í øðrum borðinum ímóti fimm í hinum borðinum, so tað kundi slett ikki ganga, sigur Torfinnur Hammer, sum er formaður í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

Við tí nýggja bátinum høvdu teir vóna at røkka betri úrslitið, men jomfrúróðurin hjá nýggja Suðuroyingi á Sundalagsstevnuni bleiv eitt vónbrot, tí teir endaðu næstaftast, og tað var bara uppá eitt hangandi hár, at teir ikki blivu allar aftast.

Manningin var eitt sindur misnøgd við umstøðurnar, tí teir meintu, at ein motorbátur hevði siglt soleiðis, at teir komu í vørrin frá honum.

Men tað heldur Torfinnur Hammer ikki er øll frágreiðingin, tí so vítt, hann hevur fingið upplýst, stimaði báturin tvørturum róðrarøkið so allir bátarnir komu í vørrin.

? Heldur mundi orsøkin vera tann, at teir vóru so óvanur við bátin.

Hann sigur, at báturin varð ikki flotaður fyrrenn mikudagin 17. juni, bara tríggjar dagar áðrenn róðurin í Sundalagnum, so teir fingu bara eitt lítið kvøld í tí nýggja bátinum.

Annars sigur formaðurin, at manningin varð samd um, at báturin var góður og at tað var ikki við honum at nakað bilti.

Tað er Johan Olsen, sum hevur smíðað nýggja Suðuroying. Tað er sami maður, sum smíðaði Naddodd.

? Hesin báturin hevur meiri botn enn vanligir kappróðrarbátar og er tí eitt sindur rúmari.

?Tað eru ymsar meiningar um, hvørja ávirkan tað hevur, summir róðrarmenn halda, at tað er gott, aðrir at tað er minni gott.

Og nú seta tvøramenn so sítt álit á jóansøkuna.

? Tað er lítið at ivast í, at menninir kenna eitt ávíst trýst á sær at koma við einum góðum úrslitið á jóansøku. Men vónandi fer hetta trýstið at eggja teimum, heldur enn at darva teir.

Torfinnur Hammer heldur, at útlitini skuldi verið betri, tí nú hevur manningin havt stundir at finna tað rætta róðrarlagið og tað røttu rútmuna til bátin.

Teir hava eisini gjørt nógv við venjingina.

? Men har hevur ein trupulleiki verið, at summir arbeiða á flakavirki og har eru skiftandi arbeiðstíðir, og tað hevur darvað venjingini eitt sindur.


Gingið sera strilti

Annars skerst ikki burtur, at kappróðurin á Tvøroyri - og kanska í Suðuroynni, sum heild, er í einum veruligum aldudali.

? Suðuroyingur er einasti bátur á Tvøroyri, sum er mannaður í ár, men tað gekk sera strilti at fáa fólk.

?Av tí sama varð hann ikki mannaður fyrrenn 5. mai og tá ið talt verður upp, vísir tað seg, at sjálvir eru tvøramenn í minniluta umborð: Teir eru bara tríggir, afturímóti trimum vágbingum, trimum hovbingum og tveimum havnarmonnum, sum tó eru fluttir suður, annar arbeiðir í Porkeri og hin í Vági.

Tó skal viðmerkjast, at genturnar hava mannað Firvald.

Men tað verður bara til jóansøkuna. Tí at manna Firvald alt árið var ikki at bjóða til.

Royndin Fríða er einasti vágsbátur í ár og Snopprikur er einasti hvalbiarbátur.

Tó hava dreingir norðuri á oyggj lænt Brodd úr Sumba, men teir hava bara róð í Sundalagnum, men har hann varð aftast.

Torfinnur Hammer dugur ikki at siga, hví tað er blivið so vánaligt við kappróðrinum.

Hann heldur ikki at tann stóra fráflytingin er orsøkin.

? Tað átti at borið til at funnið sjey konufólk á Tvøroyri, sum kundi manna Firvald, tí har er onki aldursmark, men tað letur seg so ikki gera. Firvaldur hevur ikki róð í tvey, trý ár.

Tað eru eisini nógvar smábygdir norðanfyri, sum hava bæði tvær og tríggjar bátsmanningin.

Torfinnur Hammer sigur, at hann heldur, at tað heilt einfalt er tvørrandi áhugi fyri kappróðri.

? Kanska hevur tað gjørt útslagið, at nú skal venjast so nógv fyri at kunna gera seg galdandi, sigur Torfinnur Hammar.